Nýggj matstova letur skjótt upp í Havn

Nýggja matstovan Geisa í miðbýnum í Havn letur upp um ikki alt ov langa tíð

Á triðju hædd í stóra bygninginum hjá Havnar Klubba letur skjótt spildurnýggj matstova upp undir navninum Geisa. Konseptið við Geisa er góðskumatur til ein lagaligan penga. Tað eru Pætur Skeel Nolsøe, og menninir handan Pizza 67 og Angus, sum standa fyri matstovuni. Hetta eru øll fólk, ið hava drúgvar royndir í matstovuvinnuni.

Geisa er ein nútímans matstova, sum borðreiður við einum múgvandi sjálvtøkuborðið. Á sjálvtøkuborðinum verður hópin av leskiligum kjøti, salatum, suppa og annað leskiligt. Ein kokkur sker kjøtið niður til tín, og í matstovuni gongur eitt starvsfólk við flógvum kipsi, og bjóðar á tín borðrisk.

 

Geisa er ætlað vaksnum fólki, sum vil njóta ein góðan bita í sera hugnaligum og núttímans umstøðum - alt hetta fyri ein lagaligan penga. 

 

Geisa merkir login av eldi. Orsøkin til navnið er, at grillað kjøt verður snúvningsaksan á matarlepanum.