FJØLMIÐLAR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Herfyri frættist, at føroyingar hava mist bæði síni pláss, sum vit annars áður høvdu á Danmarks Journalisthøjskole í Århus.
Sosialurin spurdi seg fyri í danska undirvísingarmálaráðnum um orsøkina, men tað gekk fitt av tíð, áðrenn tey mettu seg vera før at svara hesum. Thomas Lyng Johannesen í undirvísingarmálaráðnum lovaði tó at kanna málið, og nú hava vit fingið bræv um ta formellu orsøkina til, at avgerð er tikin um at føroyingar hava mist hesi plássini.
Í brævinum verður m.a. sagt, at kunngerðin - bekendtgørelse om adgang, indskrivning og orlov m.v. ved de videregående uddannelser, nr. 154 af 6. marts 2000 - sum heimilaði plássini, ikki longur er galdandi, av tí at hon varð sett úr gildi, tá ein onnur varð sett í gildi. Hendan seinna kunngerðin kallast nr. 361 af 24. maj 2005.
Skúlin ynskti ikki fast pláss til føroyingar
Orsøkin hjá undirvísingarmálaráðnum er hendan:
Undervisningsministeriet valgte på daværende tidspunkt at følge Danmarks Journalisthøjskoles ønske i denne sag, således at alle ansøgere til journalistuddannelsen ved Danmarks Journalisthøjskole stilles lige. Det bemærkes i den sammenhæng, at der så vidt vides ikke eksisterer lignende ordninger på de to journalistuddannelser ved Syddansk Universitet og Roskilde Universitetscenter. Endelig har Danmarks Journalisthøjskole orienteret ministeriet om, at de fortsat afholder optagelsesprøve på Færøerne, såfremt der er flere end 5 ansøgere fra Færøerne, hvilket var tilfældet i år.
Tað var altso eftir umbøn frá journalistháskúlanum, at avgerðin varð tikin.
Tað eydnaðist ikki at fáa at vita, hví danska undirvísingarmálaráðið eftir øllum at døma ikki hevur kunnað føroyskar myndugleikar um ta nýggju kunngerðina.