Bygdaleiðir
Nú verður aftur ein roynd gjørd at bjóða bygdaleiðir í Suðuroynni út.
Annars vóru Bygdaleiðir í Suðuroy eisini bjóðaðar út í fjør, tá ið Bygdaleiðir fleiri aðrastaðni í landinum vórðu bjóðaðar út.
Men tá varð útbjóðingin í Suðuroynni tikin aftur av tí at óvissa tók seg upp um, hvussu nógv, Bygdaleiðir skuldi koyra og, hvussu nógvir bussar skuldi vera.
Tá varð boðað frá, at ætlanin var at bjóða Bygdaleiðir í Suðuroy út aftur seinni.
Og nú sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, at Bygdaleiðir í Suðuroynni verða bjóðaðar út aftur fyrsta dagin.
Hann sigur, at Strandferðslan arbeiðir nú við at leggja síðstu hond á útbjóðingartilfar og blaðlýsingar. Vinnumálastýrið hevur góðkent leistin, sum Strandferðslan ætlar at arbeiða eftir og tað verður í allarnærmastu framtíð, at Bygdaleiðir í Suðuroy verða bjóðaðar út aftur.
Hann veit ikki um tað verður 1. januar, at Bygdaleiðir í Suðuroy skulu vera umskipaðar, men tað verður í øllum førum heilt tíðliga í komandi ári.
Tænastan ikki skerjast
Tá ið Bygdaleiðir í Suðuroy vórðu bjóðaðar út í fjør, spáddu keldur, sum kenna væl til busskoyring, at tað fór at føra til eina munandi verri tænastu.
Tá varð sagt, at sum er koyra Bygdaleiðir í Suðuroy einar 360-370 tímar um vikuna, men eftir útbjóðingartilfarinum tá, skuldu Bygdaleiðir í Suðuroy ikki koyra meiri enn 130-140 tímar um vikuna. Sostatt var ætlanin at skerja koyringina meiri enn eina helvt.
Í løtuni koyra sjey bussar í Suðuroynni, men eftir útbjóðingini tá, var ætlanin, at framyvir skuldi bussarnir ikki vera meiri enn fýra í tali- møguliga við einum lítlum eykabussi til ávísa koyring.
Men hesuferð sigur Reidar Nónjall, at útbjóðingin verður øðrvísi.
Hann sigur, at eftir útbjóðingini skal talið á bussum verða áleið tað sama sum í dag og hann sigur eisini, at tað er ikki ætlanin at skerja koyringina, tí tænastan skal ikki versna.
Akkurát, hvussu nógvir tímar bygdaleiðir í Suðuroy skulu koyra, tá ið tær eru umskipaðar, veit hann ikki, men ætlanin er ikki at lækka tænastuna.
?Endamálið við útbjóðingini er, at tað skulu bæði vera tænastuligir og rakstrarligir fyrimunir, elggur hann afturat.
Men eitt verður í hvussu so er øðrvísi, nú Bygdaleiðir í Suðuroy verða bjóðaðar út einaferð afturarat.
Tá ið busskoyringin var bjóðað út í fjør, var talan um at øll koyringin skuldi undir ein og sama arbeiðstakara.
Men nú verður koyringin bjóðað út í tveimum, koyringin í syðru helvt verður boðin út fyri seg og koyringin í norðaru helvt verður boðin út fyri seg.
?Sostatt kann sami arbeiðstakari bjóða uppá koyringin í syðru helvt, ella koyringina í norðaru helvt, ella koyringina í báðum økjunum, sigur Reidar Nónfjall.
Stjórin á strandferðsluni sigur, at Suðuroyggin verður býtt sundur í tvey fyri at gera uppgávuna lættari at klára hjá teimum, sum hava hug at bjóða seg fram.
?Tá ið vit bjóðaðu koyringina út í fjør, fingu vit varhugan av, at tað var nakað stórur biti hjá teimum, sum kundu havt hug atr bjóða uppá koyringina, at alt varð bjóðað út í einum.
Strandferðslan heldur, at ein fyrimunur við at bjóða Bygdaleiðir út, er, at tað verða nógv færri arbeiðstakarar, enn tað vóru áðrenn og hann heldur ikki, at tað bilar, um tað verða tveir arbeiðstakarar í Suðuroy.
? Hann sigur, at í øllum førum verður talið á teimum, sum koyra bygdaleiðir í Suðuroy, lækkað úr seks, ella sjey, sum teir eru í dag, niður ein, ella í mesta lagi tveir arbeiðstakarar og tað heldur hann skuldi givið nakrar stórrakstrarfyrimunir.