Nú minni enn ein vika er eftir til jólaaftan, kemur ein nýggj barnafløga á føroyska marknaðin við jólaløgum. Tað er Gentukórið í Meinigheitshúsinum í Havn fyrr í ár var í studio, har tær sungu inn 11 sangir. fløgan ber heitið ?Nú er jólatíð?.
- Hugskotið at geva eina slíka fløgu út er gamalt, men nú skuldi tað so vera, sigur kórleiðarin Jeanne Reinert Poulsen.
Genturnar eru 26 í tali í aldrinum 8 til 13 ár. Tónleikarar á fløguni eru ungir tónleikarar úr Heimamissiónini, og sum hava spælt nógv saman tey seinnu árini.
Heimamissiónsforlagið gevur fløguna út. Hon kostar 169 krónur og er at fáa í handlum kring alt landið.