Royndir vísa, at tað tekur millum 30 og 40 sekund at rulla eina vanliga hít upp á pláss, men tann nýggja hítin kann fáast upp á pláss eftir bert tveimum ella trimum sekundum, sjálvt um tað er bøla myrkt. Sambært granskarunum er tað júst tann drúgva tíðin, sum skal til at fáa eina vanliga hít upp á pláss, sum ger, at nógv lata hítina liggja í pakkanum.
Myndugleikarnir í Suðurafrika hava longu boðað frá, at tær nýggju hítirnar verða lítið og einki dýrari enn tær vanligu.