Nú summarið er í hæddini, og tær mongu stevnurnar eru á skránni, floyma føroyskar fløgur inn á marknaðin.
Bara seinastu fáu vikurnar eru eitt nú komnar uppsamlingsfløgan Komið øll við, ið inniheldur eina rúgvu av
gomlum og nýggjum slagarum, nýggj fløga við Heina Lützen kom fyri tveimum vikum síðani, og herfyri kom
eisini ein nýggj fløga við Tórshavnar Manskóri. Ein sokallað debut-fløga er eisini komin, og tað er EP?in,
Progress, hjá suðuroyarbólkinum Wild Child.
Hava verið vælumtóktir leingi
Tað er eingin ivi um, at Wild Child er ein bólkur, sum er sera væl dámdur millum manna. Tað er ikki bert í
Suðuroy, har bólkurin hevur sínar røtur, at hann er væl umtóktur, og hetta sæst eisini aftur á tí, at Wild Child
mangan fáa áheitanir um at koma og spæla norðanfjørðs.
Wild Chld hevur verið frammi í nøkur ár, og bólkurin hevur bæði tikið lut í Prix Føroyum og í
ólavsøkukonsertini. Fleiri høvdu væntað, at bólkurin fór at koma í Prix Føroyar finaluna í ár, men her vóru
suðuroyingarnir so mikið óhepnir, at teir noyddust at taka lut í undankappingini, sum var í Bygdarhúsinum á
Strondum, og her var talan um nógv tann sterkasta hópin av bólkum, sum var í nakrari av undankappingum.
Tískil noyddist Wild Child at dvína fyri Diatribes og Visible Fish, sum ognaðu sær tey bæði sætini í finaluni.
Ójøvn góðska á løgunum
Sum áðurnevnt, so er góðskan á fløguni ójøvn. Til dømis eru tey trý fyrstu løgini nógv tamari enn ta seinasta,
sum hevur nógv meiri rástyrki í sær enn hini. Hetta hongur kanska saman við, at man á fjórða lagnum, sum
nevnist Remember me, hoyrir bassin nógv betur enn í hinum løgunum, og at man í hesum førinum eisini
hevur vøkru røddina hjá Arnfríð Lützen til kórsangin.
Sum heild eru løgini tó øll rættuliga melodiøs, og tað tykist eisini, sum um upptøkurnar eru góðar. Tað vil
siga, at ljóðið er reint, og tú hoyrir ikki nakað til nakrar villur. Eingin ivi er heldur um, at sangarin, Pól Arni
Holm, hevur eina góða rødd, men hon hoyrist ikki nóg væl á fløguni.
Hví ljóðið á fløguni er so tamt, er ilt at meta um, men dygdin á fløguni hevði hækkað munandi, um
ljóðblandið hevði verið gjørt soleiðis, at tónleikurin hevði meiri fyllu. Hetta vil siga, at ljóðið er ov tómt, og
ein situr við kensluni av, at her vanta onkur ljóðføri ella okkurt annað.
At løgini og tekstirnir hava nóg góða dygd til at sláa ígjøgnum, er lítið at ivast í, og um Wild Child hevur
ætlanir um at geva eina aðra fløgu út við eini tólv løgum, harímillum okkurt av teimum, sum eru á Progress,
so hevði verið best, um teir gjørdu ávísar ábøtur á tann tekniska partin av teimum løgunum, áðrenn tey vóru
koyrd út aftur á fløgu.
Pegasus Studio vinnur seg fram
EP?in hjá Wild Child er tikin upp í Pegasus Studio í Klaksvík, sum nú av álvara tykist at hava vunnið seg
fram sum best umtókta studio í landinum. Sum vit áður hava skrivað um her í Yngd, so hevur Tangz eisini
júst verið í Klaksvík og tikið upp.
Tað eru teir báðir Ingi Isaksen og Erik Biskupstøð, sum hava staðið fyri upptøkunum, og tað er Ingi, sum
hevur ljóðblandað.
Manningin í Wild Child er: Pól Arni Holm, sang, Tórbjørn Lisberg, ljómborð, Trygvi Strøm, gittar, Dánjal
Jákup Holm, trummur, og Tróndur Enni, bass. Á Progress er tað tó Dagfinn Olsen, ið spælir bassin, meðan
Arnfríð Lützen syngur kór.
Tað er Trýarin í SMS, sum stendur fyri søluni av EP?ini, sum kostar 69 krónur í leysasølu.