Nýggja fløgan hjá Guðrið Hansdóttir kemur í handlarnar 5. juni. Útgávukonsert verður leygardagin 13. juni. Nú er útgávudato sett á fløguna ?The Sky Is Opening? við songkvinnuni Guðrið Hansdóttir, og verður fløgan at fáa í handlunum fríggjadagin 5.juni.
Eina viku eftir at fløgan er komin út, fer Guðrið at hava útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum 13. juni kl. 20. Har fer hon at framføra nýggju løgini saman við landsins bestu tónleikarum, og Heiðrik á Heygum fer at hita upp og spæla nýggj løg við bólki.
Atgongumerki vera til keyps í skrivstovuni hjá MESS, fyrst í næstu viku.
Hoyr nýggja lagið ?I Defy ? av komandi fløgu á www.myspace.com/gudridhansdottir