Mikudagin 4. juli byrjar Hammers Koyriskúli sína fyrstu undirvísingin til lastbil, trailara og buss eftir nýggju ferðslulógini og ferðslufrálæruni.
Størsta broytingin er ivaleyst tann, at eftir nýggju lógini verður teoriundirvísingin til tey stóru akførini: lastbil, trailara og buss, hvør fyri seg. Eftir gomlu skipanini var talan um somu grundteoriundirvísing, men við tilleggi til trailara og buss, sigur Johannus Hammer koyrilærari frá Hammers Koyriskúla.
Frálæran er nú heilt øðrvísi. Hon verður tillaga til próvtøkuna, sum nú fer at fara fram á teldu á Akstovuni, á sama hátt sum til persónbil.
Nýggja skipanin inniheldur meira av ferðsluteori enn tann gamla. Tað kemur at taka nógv longri tíð at fáa tey ymisku koyrikortini nú. Um ein næmingur t.d. skal hava koyrikort til lastbil, trailara og buss, tekur tað umleið fimm vikur at ganga til teoriundirvísing til hvørt av hesum akførum.
Próvtøkan í teori og koyring verður nú samanhangandi, soleiðis at tá ein persónur hevur staðið teoriroyndina, kann hann fara beinleiðis til koyriroyndina.
Hóast prísurin pr. tíma hjá koyrilærarunum er nærum tann sami, sum hann hevur verið í fleiri ár, verður tað munandi dýrari at taka koyrikort til tey stóru akførini., eisini tí at nú er tað lógarfest, at næmingurin skal hava 16 tímar + 1 tíma til koyriroynd, sigur Johannus Hammer frá Hammers Koyriskúla og leggur afturat at skipanin má roynast eina tíð fyri at kunna úttala seg um fyrimunir og vansar.