Nýggj feløg kós ímóti 1. deild

Í 2. deild hjá monnum er kappingin um uppflyting sera tøtt, og lættliga kann tað enda við, at eitt nýtt felag kemur í næstbestu deildina

Undrið ella nýliga samanlagda felagið Giza/Hoyvík liggja bæði væl fyri í kappingini um at tryggja sær uppflyting til næstbestu deildina. Hesi bæði feløgini býta í løtuni triðja plássið ímillum sín við 16 stigum, sum eru stig aftanfyri oddaliðið, AB, og eitt stig aftanfyri NSÍ, sum er á næstfremsta plássi.
Sum støðan er í løtuni, og væl hugsandi kann vera tann sama við endan á árinum, so flytir eitt av nýggju havnarfeløgunum upp. Hetta kemst av, at avgjørda botnliðið í Effodeildini, AB, tekur sessin í næstbestu deildini heldur enn at næstbesta lið felagsins flytir upp.
Um hetta gerst støðan, fellur uppflytingin bronsuvinnaranum í 2. deild í lut. Giza/Hoyvík og Undrið hava í løtuni heili fimm stig niður til liðið á 5. plássi, sum er ÍF.