Føroyingar hava nú fingið eina nýggja týðing av Gamla Testamenti. Tað er Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, ið hevur latið nýggju týðingina av hondum.
Fólkakirkjan skrivar á síni heimasíðu, at fyrrverandi biskupur handaði Føroyska Bíbliufelagnum týðingina 1. juli, tvey ár eftir, at hann saman við øðrum handaði teimum eina nýggja týðing av Nýggja Testamenti.
- Hans Jacob greiddi frá, at hann hevði lagt dent á at umseta Gamla Testamenti á ein meira nútímans málsligan búna samsvarandi teimum mannagongdum, ið vera nýttar í dag. Eitt dømi er at loysa upp long orð í styttri eindir í eitt meira liðiligt mál, greiðir Fólkakirkjan frá á síni heimasíðu.
Ætlanin er at fáa báðar týðingarnar løggildar og prentaðar.









