"TROM" er arbeiðsheitið á nýggjari føroyskari sendirøð eftir Torfinn Jákupsson. Sendirøðin er nú boðin við sum ein út av einans 10 nýggjum røðum, sum í februar verða lagdar fram á týsku Berlinale, ið er ein av heimsins størstu og týdningarmestu filmsstevnum.
Føroyska luttøkan er partur av altjóða samframleiðsluátakinum CoPro Series, sum setur sjóneykuna á spennandi nýggjar røðir, har "TROM" er ein av teim fáu útvaldu, ið verða lagdar fram fyri útlendskum íleggjarum.
Føroyska røðin fellur innan krimisjangruna og hevur føroyskt grindadráp sum søguinngang. Stutta lýsingin ljóðar soleiðis:
- Tá ið líkið á einum djóraverndarfólki kemur undan kavi í einum blóðugum grindadrápi, vágar miðlamaðurin Hannis Martinsson sítt egna skinn fyri eina stórfingna søgu, ið skelkar avbyrgda oyggjasamfelagið, har ein og hvør brádliga kann koma undir illgruna fyri morð.
Langir partar og fleiri sesongir
Torfinnur Jákupsson er skaparin og filmshøvundurin handan "TROM," sum tekur íblástur úr bókum Jógvan Isaksens um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson. Fyrsta sesong fevnir um átta partar á 45-55 minuttir, og fevnir sendirøðin um fleiri sesongir.
Kykmyndir við Jón Hammer á odda, ið hevur fleiri ára royndir á danska Zentropa, er við sum føroyskur framleiðari.
Somuleiðis er fyrsta samframleiðsluavtala fingin í lag við danska REinvent Studios við Rikke Ennis og Helene Aurø á odda, ið hava fleiri ára leiðararoyndir á sølufelagnum TrustNordisk og søludeild DRs. REinvent stendur í hesum sambandi fyri sølu og fígging úti í heimi.
Framleiðslan fer ætlandi í gongd í næsta ár, og røðin skal somuleiðis sýnast í Kringvarpi Føroya.











