Nú er BUBU so aftur klárur við meira føroyskum tilfarið, nú nýggja barnabókin um BUBU súkkluna kemur á marknaðin.
Endamálið við bókini, er at børn ið megnaði at lesa sjálvi, hava okkurt at lesa, og at stimbra teirra lesivanar, umframt at tey vaksnu kunnu lesa fyri børnunum.
Bókin er 48 síður, og eisini er ein fitt søga um lítla djórið Hufflo, eisini at finna í bókini.
Fyrsta útgávutiltakið verður við Fast í Gundadali í morgin kl. 18.00, tá BUBU fer á pall við sangi og eisini nýggju bókini, umframt at hann fer at gera sítt til, at fótbóltsfjepparar koma í rættan hýr, áðrenn dystin millum Føroyar og Spania á Tórsvølli.
Okkurt gott verður til børnin, umfram at bókin er tøk á staðnum.











