OK Heilsøla í Hvalvík, sum Óli Karl Hansen eigur og rekur, fer nú eisini at selja bilar.
Talan verður í fyrstu syfti um pick-up lastbilar við vippulast. Hetta er ein trý-vegisvippa, sum tað eisini verður rópt.
Verksmiðjan, ið framleiðir TATA-bilarnar, sum OK Heilsøla fer at selja, er í India. Hetta er sama verksmiðja, sum eitt nú framleiðir Jaguar-og Landrover-bilar.
TATA-bilarnir hjá OK Heilsølu vera samlaðir í Italiu.
- Nýggju bilarnir eru júst komnir til Danmarkar, og her hevur ein lutfalsliga lítil donsk bilasøla - TT Auto - fingið umboðið fyri alt Skandinavia. Vit hava so fingið umboðið í Føroyum, og vit eru ógvuliga spentir.
Óli Karl Hansen heldur, at pick-upurin júst er bilurin við røttu dygdunum fyri rætta prísin, og hann væntar at hava fyrsta bilin heima í Føroyum um eina góða viku ella so.










