Nýggj barnafløga á veg

Í mong ár hava børnini í samkomuni Oasuni glett áhoyrararnar við sangi sínum. Og í líka so langa tíð hava fólk bíðað eftir, at tey fóru at geva eina fløgu út.

Hoyvík: Nú er umsíðir líkt til, at henda fløgan er á vegi.

Í øllum førum eru upptøkurnar gjørdar, og gongst sum ætlað verður fløgan á gøtuni í páskavikuni – tað er: um tvær vikur.

Tað er Sigrið Sivertsen sum hevur staðið á odda fyri hesum upptøkunum, sum eru gjørdar í Oasu-bygninginum hesa seinastu tíðina.

Fyri upptøkunum standa Kristoffur Mørkøre og Niclas Johannesen, og munnu tað vera mong sum gleða seg til at hoyra úrslitið á fløguni.

Fløgan kemur eftir ætlan út 19. mars, um somu tíð sum páskastevnan byrjar í Oasuni.