Bókin ?UMBORÐ ? søgur um siglandi? fæst til keyps í Havn, Runavík, Klaksvík og á Sandi seinnapartin í dag Í dag kemur nýggj bók út. ?UMBORÐ ? søgur um siglandi? er heitið, og tað er Vilmund Jacobsen, blaðmaður, sum hevur skrivað.
Bókin snýr seg um lívið hjá umleið 50-60 siglandi føroyingum ? í flestu vinnugreinum.
Her eru samrøður við útróðrarmenn, línumenn, trolmenn, menn í langfarasigling, eins og fólk í ferðamannasigling.
Í nøkur ár hevði Vilmund Jacobsen, sum starvast á Sosialinum, fastan tátt í blaðnum undir heitinum ?Umborð?, og hesar greinar eru høvuðsgrundarlagið undir bókini.
Onkur søga hevur tó ikki verið á prenti áður, eitt nú samrøðan við Rúna Poulsen, um ein ringan túr við danska nótabátinum Fabian í 1987.
Tað var ódn í Norðsjónum, og fullastaða skipið kom í havsneyð. Tíðliga um kvøldið sendu teir út neyðarkall, men sum kvøldið og náttin leið og einki hoyrdist aftur til menninar, væntaðu øll, at skipið var burturgingið ? við 11 monnum umborð.
Ein onnur og ógvuliga nemandi søga er um Hans Magnus Hansen, sum á vári 2004 mundi doyð á Norðhavinum, tá bátur hansara fekk ein sjógv og sakk.
Tað var eitt Guðs undur, at maður á øðrum báti, sum var á veg til lands, sá Hans Magnus, har hann stóð uppi á forrútinum á sokna báti sínum.
Bókin, sum er 300 síður og kostar 298 krónur, fæst til keyps á hesum støðum seinnapartin í dag: Rit og Rák (SMS), Colorama í Saltangará, Alfa Bókhandli í Klaksvík og Ellubitanum á Sandi.
Tað er Estra í Gøtu, sum hevur prentumsitið.
?UMBORÐ - søgur um siglandi? kann eisini bíleggjast á vilmund@sosialurin.fo - ella á tlf. 228909.