Nýggj bók eftir Vár Berghamar Jacobsen

Vár Berghamar Jacobsen gevur nýggja bók út á Bókadøgum. Í sambandi við bókaútgávuna hevur hon framleitt ein nýggjan barnasjónleik saman við leikbólkinum VEIA, og á Bókadøgum verður leikurin framførdur fyri barnagørðum og familjum, -  sjónleikurin um Ludda og Lundisu og risapisuna verður í Norðurlandahúsinum.

 

Hetta er triðja bókin um tær báðar lundapisurnar Ludda og Lundisu, sum búgva í Mykinesi. Bøkurnar eru eitt samstarv ímillum Vár og italska myndprýðaran Deliu Ciccarelli. Tær hittust í Mykinesi fyri nøkrum árum síðani og endaðu við at skapa hesar bøkurnar saman.

 

Í nýggjastu bókini kemur ferðavinnan inn í søguna á ein stuttligan hátt, tí knappliga síggja lundarnir ein stóran, løgnan fugl, sum teir ongantíð hava sæð fyrr – eina tyrlu. Harumframt eru sangur, rím, føroyskar blómur og náttúra aftur hesa ferð í miðdepli í søguni.

##med2##