Nýggj avtala um oljuboring klár í oktober

Enn eitt týðandi og spennandi stig í føroyskari oljuleiting stendur fyri framman. Innan fyri ein mánað verður helst avtala gjørd millum oljufeløg og føroyskar myndugleikar um at bora tveir brunnar inni á basaltøki á landgrunninum í 2006 og møguliga 2007.

Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo



Síðani fýra brunnar vórðu boraðir í landssynningshorninum av føroyska landgrunninum uttan at bera í sær lønandi oljufund, hevur verið arbeitt miðvíst við eini ætlan at flyta írestandi brunnarnar frá tí sokallaða "Gullhorninum" og ístaðin bora teir longur inni á landgrunninum, har tað finnast tjúkkar basaltfláir. Nú er komið so væl áleiðis við hesum samráðingum millum oljufeløg sínámillum og við føroyskar myndugleikar, at ein endalig avgerð um at leggja teir fýra brunnarnar saman og ístaðin bora tveir brunnar inni á basaltinum kann verða tikin í næsta mánað. Hetta upplýsir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum.

Samráðingar eru framvegis millum Oljufyrisitingina og so BP og Shell um at flyta loyvi at bora tveir brunnar frá øki 004 til at bora ein brunn í øki 007, sum er 9 ára loyvi hjá oljufelagnum Anadarko. Sostatt gerast hesi trý feløgini partnarar í einum brunni, sum hvat skilst møguliga verður boraður næsta ár ella í seinasta lagi í 2007. Henda avgerðin fellur helst í komandi mánað eftir samráðingar nú í longri tíð. Orsøkin til at BP sum fyristøðufelag fyri tveimum brunnum frá fyrstu útbjóðing ikki enn hevur viljað sett borin í aftur er tann, at fyrsti brunnurin varð turrur og haraftrat at metingarnar hjá felagnum eru, at tað er einki at fara eftir í hesum loyvinum.

Hin samráðingin um at flyta brunnar er millum Statoil og Amerada Hess sum fyristøðufeløg fyri tvey stór oljusamtøk og so føroysku myndugleikarnar og snúgva seg um at flyta tilsamans tveir brunnar frá ávikavist øki 001 og 003 og leggja teir saman til ein brunn í 9 ára loyvinum hjá Statoil í øki 006.

Atlants Kolvetni við í spennandi brunni
Umrøddu avtalur koma tískil at fevna um 9 oljufeløg. Teirra millum er so eisini føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni, sum er partur av The Faroes Partnership samtakinum, har Amerada Hess er fyristøðufelag. Hini feløgini í hesum samtakinum eru Dong og BG. Í hinum samtakinum, har Statoil er fyristøðufelag, eru eisini Petro Canada, Shell og Dong. Aftrat hesum kemur so Anadarko. Hetta vera so feløgini, sum verða partur av tí eina basaltbrunninum, tann, sum verður boraður á Brugduprospektinum í 9 ára loyvinum hjá Statoil. Statoil verður fyritøðufelag fyri hesi boring. Hin brunnurin, sum er á 9 ára loyvinum hjá Anadarko, fevnir so um feløgini BP, Shell og Anadarko, og har er BP fyristøðufelag.

Greitt í oktober
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum væntar, at hesar sera spennandi og týdningarmiklu samráðingar verða avgreiddar í oktober, soleiðis at feløgini av álvara kunnu leggja seinastu hond á fyrireikingarnar at seta borin í næsta ár og møguliga eisini í 2007.

Sum skilst fer Statoil at bora næsta summar í tí sonevna Brugduprospektinum. Keldur í oljuheiminum vilja vera við, at nettupp hetta økið í 9 áraloyvinum hjá Statoil er kanska júst tað økið á øllum landgrunninum, sum bæði oljufeløg og myndugleikar hava bestu vónir um at finna olju. Í summar hava ikki færri enn 4 oljuskip gjørt fyrireikandi kanningarnar at gera klárt at bora næsta summar. BP hevur eisini fyrireikað seg til at flyta sínar brunnar til grannaloyvið hjá Anadarko og hevur tískil skotið seismikk í hesum økinum í summar. Tað er tó enn ógreitt, um feløgini verða klár at bora her í 2006.

Gullhornið sum ikki var nakað gullnám
Tá fyrsta útbjóðing á føroyska landgrunninum lat upp í 2000 buðu oljufeløg sær til at bora ikki færri enn 8 leitingarbrunnar. Síðani eru fýra av hesum brunnum boraðir í tí sokallaða "Gullhorninum", sum liggur skamt frá framleiðandi oljukeldunum í bretskum øki.

Hóast lønandi fund ikki vórðu gjørd so varð úrslitið av leitingini tann, at staðfest varð ein virkin kolvetnisskipan í undirgrundini. Oljufeløgini hava so arbeitt víðari og havt heilt endavent øllum sínum arbeiðsháttum metingum og eru komin eftir, at tað eru størri møguleikar at finna olju og gass, um tey flyta sínar brunnar aðrastaðni á landgrunnin, og tað vil í hesum førinum siga inn á 9 ára loyvi, har tað finnast tjúkkar basaltfláir. Hóast tað hevur verið torført at síggja niður gjøgnum basaltið, so er tøknin so mikið útbygd, at feløgini halda seg síggja stórar strukturar í undirgrunini, sum kunnu goyma nógva olju og gass.

Vitandi at váðin er nógv størri og at tað er nógv dýrari at bora gjøgnum basalt hava oljufeløgini sett føroysku myndugleiknum fram ynski um at leggja teir upprunaligu fýra brunnarnar saman til tveir brunnar.

Tað eru so hesar brunnar, sum endalig støða verður tikin til í næsa mánað.