Í dag skrivaðu limir hjá Føroya Læknafelag og Almannamálaráðið undir nýggja avtalu um læknaváttanir.
Tað boðar Almannaráðið frá.
Avtalan fevnir um vegleiðing um nýtslu av læknaváttanum og treytir og prísir fyri læknaváttanir, sum verða nýttar í virkseminum hjá Almannaverkinum.
Talan er um eina avtalu, hvørs endamál er at styrkja sosial og heilsuliga samstarvið til frama fyri málsviðgerð og tænastur hjá Almannaverkinum.
Við læknaváttanum fáa starvsfólk í Almannaverkinum eisini nýggj og endurskoðað arbeiðsamboð til teirra sosialfakliga arbeiði, sum millum annað verða týðandi í arbeiðinum hjá nýggja stovninum og arbeiðinum við at seta borgaran í miðdepilin. Læknaváttanirnar eru somuleiðis eitt amboð, ið betra um møguleikarnar fyri størri heildarviðgerð av borgarunum.
Ein av nýggju læknaváttanunum er samstundis eisini ein liður í arbeiðinum hjá Almannaverkinum við arbeiðsfremjandi tiltøkum, við í størri mun at leggja dent á møguleikar framum forðingar hjá tí einstaka á arbeiðsmarknaðinum.










