Nýggj app skal læra børn at rokna

Nám gevur út heildina Í Tallandi, sum er støddfrøðiapp og tvær støddfrøðibøkur til børn í barnagarðsaldri

Nú gevur Nám nýggja støddfrøðiapp og tvær støddfrøðibøkur út til børn í barnagarðsaldri. Talland er eitt stuttligt og lærandi land við tølum við endamálinum at læra føroysk barnagarðsbørn at telja og rokna við spølum og myndum.

 

Høvuðsuppgávan í spæliappini Í Tallandi er at hjálpa pappageykinum Pól í føðingardagveitslu hjá vinkonuni Karinu. Í spælinum eru átta uppgávur, sum børnini skulu loysa fyri at hjálpa Pól. Og við at spæla læra børnini at skriva tølini 1 til 9 og fáa fatan av mongd og skapi.

 

Børn í barnagarðsaldri læra fyrst og fremst við spølum, har tey kunnu gera vart við seg, luttaka og vera skapandi. Tá ið arbeitt verður við at fáa barnið at skilja støddir og tøl, ræður um at hava tað stuttligt, at spæla og arbeiða saman við øðrum, og tað hevur týdning at fylgja við menningini og at skráseta tey framstig, ið verða gjørd. Alt hetta er í bókunum, sum hoyra til spæliappina, Í Tallandi 1 og Í Tallandi 2.

 

Bøkurnar eru, eins og appin, ætlað børnum í barnagarðsaldri, og snúgva seg eisini um tøl og talhugtøk. Í bókunum verður í stuttum greitt frá arbeiðsuppgávunum yvirskipað, og niðast á hvørjari síðu eru nærri leiðbeiningar til tey, ið taka sær av barninum, og greitt verður frá, hvat vant verður í hvørjum einstøkum føri. Talibløðrur eru bæði her og har við hugtøkum ella spurningum, sum egna seg væl til kjak og prát.

 

Tóra Tóroddsdóttir hevur týtt og tillaga út íslendskum. Heildin er ætlað bæði stovnum og foreldrum/børnum heima.