Ársaðalfundir hava í dag verið í Ognarfelag Tryggingartakaranna og restini av Betri samtakinum. Fleiri nýggir limir vórðu valdir í nevndirnar í samtakinum.
Tríggir nevndarlimir skuldu veljast til nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna á aðalfundinum í dag.
Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna mannar eisini nevndina í Betri P/F, sum er móðurfelag hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim.
Umboðsráðið valdi Aslaug Gisladóttir sum nýggjan lim í nevndina, meðan Karl Birgir Isaksen og Birgir Nielsen vórðu afturvaldir. Teitur Poulsen, Gunn Danielsen og Arni D. Brattaberg stóðu ikki fyri vali.
Nýggja nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin við Birgiri Nielsen sum formanni og Teiti Poulsen sum næstformanni.
Eisini vórðu hildnir aðalfundir í Betri P/F, Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim í dag.
Í Betri Banka varð ein nýggjur nevndarlimur valdur inn í nevnd bankans; tað er Aslaug Gisladóttir.
Nevndin í Betri Trygging fekk eisini ein nýggjan nevndarlim á aðalfundinum í dag. Talan er um Boga Nielsen, sum eisini situr í nevndini í Betri Pensjón. Bogi Nielsen starvast dagliga sum stjóri í Faroe Ship.
Nevndirnar í Betri Heim og Betri Pensjón vórðu afturvaldar.
Tað boðar Betri p/f frá í tíðindaskrivi í kvøld.










