Tað er ikki sørt av gangi og óruddi rundan um borðið, her Eyðun situr so hugagóður frammanvert telduni.
Á telduskíggja hansara eru fleiri myndir við eldsloga at hóma. Ikki tí, at her er talan um eitt vandamikið ella ógvusligt spæl, men heldur ein mynd við einum eingli og bønini Faðirvár sett inn í.
Tey hjá Dugna eru júst í ferð við at innrætta seg í nýggjum hølum her á Sandvíkahjalla. Og her, mitt í stóra rúminum, situr Eyðun við eitt borð og starvsfelagi og skúlafelagi hansara, Astrid Jacobsen við eitt annað.
Bæði eru í starvsvenjing her á Dugna, og eru soleiðis vorðin partur av arbeiðinum at royna arbeiðsevnini hjá teimum, ið eru vinnutarnað. Endamálið er somuleiðis at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, soleiðis at fólk aftur kunnu fara til arbeiðis.
Felags fyri tey bæði er, at tey bera ymisk brek - Eyðun hevur eitt slag av vøddasvinni, meðan Astrid varð fødd við likamligum breki.
Hóast hon bert fær brúkt sína vinstru hond, situr hon her við einum serstøkum elektroniskum penni og teknar krossar á ein stórskíggja.
- Mær dámar eisini væl at vera her, sigur Astrid stutt.
Lítlan áhuga
Eyðun Salberg Magnussen er upprunaliga tvøramaður. Hann flutti tó hagani, tá beiggi hansara byrjaði skúlagongd í Havn fyri trimum árum síðani.
- Tað eru ikki somu møguleikar í samfelagnum fyri ein sum hevur vøddasvinn, slær hann fast.
Hansara barndómur varð sjálvandi merktur av likamliga brekinum, og tí kundi hann ikki luttaka í øllum tí sum javnaldrar hansara tókust við.
Hóast nógv ítróttarligt virksemi er á Tvøroyri, ikki minst innan Tvøroyrar Bóltfelag, hevði hann ikki møguleika at verða við í hesum. Men fyri hann hevur tað ikki so nógv at siga:
- Eg havi ongatíð íðkað nakað - og faktiskt havi eg eisini lítlan áhuga í ítrótti, slær hann fast.
Eitt hent amboð
Hjá Eyðuni er tað so, at teldan er hansara amboð og hansara samskiftisvegur út í heim.
- Men eg vil tó ikki á nakran hátt verða kallaður ein teldunørd. TAÐ eri eg ikki, men teldan er sera hent hjá mær.
Júst her á teldustovuni hjá Dugna hevur hann allar møguleikar at styrkja um førleikar sínar á hesum øki, og kanska eisini royna nakað av tí verki.
Kring um hann er roynt fólk og øll útgerð ið hóskar til eitt slíkt stað, ið eisini ber sítt navn av røttum: Teldustovan.
Tíverri fyri hann og Astrid varð telduskipanin fyrst rættiliga sett til í hesi vikuni, orsakað av flyting. Tí er heldur avmarkað, hvat hann hevur fingið burtur úr.
- Men eg havi lært eitt sindur allíkavæl, - ikki minst, hvussu nógvir møguleikar tað eru við Photoshop, staðfestir hann.
Eyðun hevur ikki tikið avgerð um, hvat hann ætlar sær í framtíðini. Hann hevur góða tíð í so máta, og hugsar í fyrsta umfari at fara á Nám X komandi skúlaár.
Hvat starv ið hann kundi hugsað sær í framtíðini, um hann ikki bar sítt likamliga brek, hevur hann onga beinleiðis hugsan um enn.
- Tja, eg veit ikki. Eg kundi kanska verðið bóndi, sigur hann við einum brosi.