Nýggir høvuðsstuðlar til VÍF

VÍF, Sp/F Uni Zachariasen og P/F Meðalsbrekka gjørt høvuðssponsoravtalu

Hondbóltur

Fleiri hava lagt til merkis, at Atlantic Airways liðið hjá VÍF hava leikt dystirnar higartil við ongum høvuðssponsori. Arbeitt hevur verið vit at finna ein ella fleiri slíkar og hevur hetta nú eydnast.
Og tað er ein stór gleði fyri felagið at kunngera at avtala er gjørd fyri 2 tey komandi árini, um samstarv við Sp/F Uni Zachariasen og P/F Meðalsbrekku.
Mennirnir aftan fyri feløgini eru kenningar fyri flestu vestmenningar. Nevnliga Uni Zachariasen og Tummas Christophersen. Báðir hava spælt hondbólt, og hava annars sera stóran áhuga fyri, hvussu gongur hjá felagnum.
Til dystin móti H71 herfyri varð avtalan undirskrivað partanna millum. Avtalan hevur stóran týdning fyri eitt felag sum VÍF, sum við hesum hevur møguleika fyri, framhaldandi at menna arbeiði við hondbóltinum í Vestmanna.
- Tað krevur nógv, hvørt ár at hava eitt felag sum VÍF koyrandi ár um ár. Bæði peningaliga, eins væl og tað krevur nógv fólk. Og slíkar avtalur sum henda, eru so avgjørt við til at stuðla undir tað arbeiði – vónadi til mikla gleði fyri allar vestmenningar.
- Tað er eisini okkara vón, at stuðlandi feløgini gjøgnum okkara leikarar, fáa ein góðan møguleika fyri at koma fram í skrivandi miðlunum eins væl og í luftmiðlunum, verður sagt í tíðindaskrivi frá VÍF.