The Dreams, Ragnar frá Talent 2008 og Ann Anthoniussen fara á spæla til konsert í Hoyvíkshøllini í kvøld
Í kvøld klokkan 18 spæla The Dreams í Ítróttarhøllini í Hoyvík. Hetta er verður onnur framførsla teirra í Føroyum, síðani Summarfestivalin.
The Dreams hevði eina framúr góða konsert í Menturnarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið, har 700 fólk upplívdi teir.
Nýggja stjørnuskotið, Ann Anthoniussen, luttekur eisini á konsertini. Ann er er 18 ára gomul. Hon er nógv frammi við sínum nýggja lagið »Nice«.
Somuleiðis verður Ragnar frá Talent 2008 við á konsertini í kvøld.
Jákup Veyhe er frásøgumaður og DJ luttekur eisini.
Enn eru nøkur atgonguimerkir eftir, sum vera seld við dyrnar, siga fyrireikararnir.
Skrá:
Kl. 17.00 - 17.30 DJ diskotek
Kl. 17.30 - 18.00 Ann Anthoniussen
Kl. 18.00 - 19.00 ?The Dreams?
Frásøgumaður Jákup Veihe.