Nýggi tunnilin ímillum Øravík og Hov ein betri loys

Ongin ivi er um, at fyri ferðsluna, er tunnilin, sum NCC hevur skotið upp at gera ímillum Øravík og Hov, nógv betri enn tann, sum Landsverkfrøðingurin hættar sær í holt við, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslu

Hovstunnilin


 
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum ætlar at taka tilboðið frá NCC um tunnil ímillum Øravík og Hov í fullum álvara.
Tað hevur hann gjørt greitt fyri øllum Føroya Løgtingi.
Á løgtingsfundinum mikudagin, segði hann, at hann hevði biðið Landsverkfrøðingin kanna uppskotið hjá NCC.
Annars var ætlanin at leggja verklagslóg fyri Løgtingið í vár um Hovstunnilin. Samstundis var ætlanin at flyta útgerðina, sum varð brúkt í gásadalsbergholinum til Suðuroyar, so at farast kundi undir arbeiðið í heyst.
Á fíggjarlógini í ár eru sjey milliónir settar av til Hovstunnilin.
Men nú eru nýggir upplýsingar komnir fram í málinum og tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av at bíða, so at stundir gevast at kanna allar møguleikar. Og sostatt verður tað neyvan fyrrenn seint í summar, ella í heyst, at uppskot um verklagslóg kann leggjast fyri tingið, greiddi Bjarni Djurholm Løgtinginum frá.
Hann sigur, at tá ið Landsverkfrøðingurin legði tunnilin, mátti hann laga linjuføringina eftir jarðfrøðiligu viðurskiftunum.
Tað noyðist Landsverkfrøðingirn at gera, tí hann hevur ikki so framkomna útgerð, sum NCC og tí mugu teir velja tað tryggu loysnina, hóast tað ikki er tann besta loysnin fyri ferðsluna.
Men nú eitt annað uppskot er lagt fram, hevur Bjarni Djurholm biðið Landsverkfrøðingin kanna allar møguleikar og Landsverkfrøðingurin hevur biðið ein norskan serfrøðing meta um uppskotið hjá NCC og tað arbeiðið fer fram í løtuni, men fyribils hevur landsverkfrøðingurin svarað, at hann heldur at uppskotið hjá NCC er áhugavert.
Og fyrrenn allir møguleikar eru kannaðir, verður onki gjørt. Og landsstýrismaðurin legði afturat, at tá ið støða verður tikin í málinum, verður tað gjørt í samráð við allar partar í málinum og hann ætlar eisini at halda fund við løgtingsmenninar úr Suðuroy um málið.
Men hann tekur eisini undir við uppskotinum hjá Jóannes Eidesgaard um at halda kunnandi fund fyri almenninginum í Suðurouy um verkætlanina, tá ið málið er búgvið til tað.
Í nýggja uppskotinum hjá NCC er tunnilin lagdur eftir, hvussu hann liggur best fyri ferðsluna.
-Við teirri útgerð, Landsverkfrøðingurin hevur, hættar hann sær ikki at gera tunnilin í láglendinum, har NCC bjóðar sær at gera hann, hóast ongin ivi er um, heldur ikki hjá Landsverkfrøðinginum, um, at hetta er tann besta loysnin fyri ferðsluna. Tað kemst av, at í láglendinum er jarðfrøðin meiri ivingarsom.
Men NCC sigur, at við teirri framkomnu útgerð, felagið hevur, hevur jarðfrøðin nógv minni týdning.
Hinvgin er Bjarni Djurholm als ikki samdur í, at tunnilin hjá Landsverkfrøðinginum verður nyttuleysur, tí í framtíðini er ætlanin at leggja vegin í ein stóran boga inn í dalin og binda í aftur longri niðri. Tað gevur ein fínan veg, har hallið er undir 40 promillu. Hallið í Vágatunlinum er 69 promillu. 
Syðrumegin er tunnilin í 140 metra hædd og tað er sum tey hægstu húsini í Havn. Norðskálatunnilin er slakar 200 metrar uppi, so 140 metrar eru til at liva við. 
 
Útbyggingarætlanin endurskoðast
Bjarni Djurholm Men Djurholm vísir eisini á, at skal Landsverkfrøðingurin ikki gera arbeiðið, verður tað boðið út og so kann NCC bjóða á jøvnum føti við onnur.
Men so fer tað at krevja at játtanin til arbeiðið fer at vera nógv størri tey næstu árini enn tað, sum ætlanin var at seta av á langtíðar-útbyggingarætlanini hjá landsstýrinum.
Hann sigur, at eftir skipanini, skal ein játtan skal fella, tá ið arbeiðið verður gjørt.
Tað fer so at føra við sær, at tað verður neyðugt at endurskoða alla útbyggingarætlanina, sum hon er. Skal tunnilin bjóðast út, verður sostatt neyðugt at føra munandi fleiri upphæddir til tunnilin í 2004 og 2005, enn ætlanin var eftir útbyggingarætlanini.
Avleiðingin av tí kann verða, at tað verður neyðugt at skarva av onkra aðrastaðni og politiskt kann tað verða trupult, tí so kemur onkur at missa.  
Men tað eru eisini aðrir møguleikar. Ein av teimum er til at leggja tunnilin í eitt partafelag, so at landið bindur seg til at avdraga tunnilin yvir nøkur ár.
Bjarni Djurholm sigur, at sjálvur hevur hann áður nevnt møguleikan at bjóða tunnilin út. Men tað hevur politisk undirtøka ikki verið fyri og tí er tað blivið so, at Landsverkfrøðingurin skuldi gera hann. Og hann hevur ongantíð fingið ábendingar frá løgtinginum um annað enn at Landsverkfrøðingurin skuldi gera arbeiðið og tí eru ongar aðrar loysnir umhugsaðar.