Nýggi Stapin fekk stórfingna móttøku

Marjun Gaardbo, bygdaráðsformaður, segði, at tá ið tann fyrsti Stapin kom, var eitt flakavirki í bygdini, sum keypti fisk frá skipunum.
- Í dag hava vit fleiri virkir og uppboðssølu, har einum og hvørjum stendur frítt at keypa. Fiskur verður nú koyrdur av Toftum og út til meginpartin av landinum

Nógv fólk var samankomið á bryggjun niðanfyri Kassamiðstøðina á Toftum um 18-tíðina týskvøldið, tá ið nýggja línuskipið hjá toftamonnum, Stapin, legði til bryggju. Skipið fekk eina stórfingnað móttøku við bæði sangi og røðum, sum settu dám á hesa løtu nú um heystjavndøgur. Børnini hildu seg heldur ikki aftur, men vóru nógv í tali og bíðaðu saman við teimum vaksnu spent eftir at sleppa umborð at síggja stásiliga skipið.
Bygdaráðsformaðurin í Nes kommunu, Marjun Gaardbo, ynskti vegna kommununa skipinum vælkomnum til bygdina.
Hon segði, at í ár eru 33 ár liðin, síðan gamli Stapin, sum hin fyrsti við hesum navn, kom til bygdina.
- Hetta skip hevur øll hesi árini verið við til at myndað okkara línuskipaflota, sum í dag man teljast millum teir frægastu í landinum.
Hon legði dent á, at uttan skipaflotan og tey arbeiðsfólk, sum hava tilknýti til fiskivinnuna, bæði á sjógvi og landi, var Nes kommuna neyvan tað, hon er í dag.
- Hetta er ein kommuna í menning, sum telist millum fremstu fiskivinnubygdir í landinum, bæði hvat viðvíkur tali av fiskiførum, stórum og smáum og ymiskum veiðihættum, eitt nú útróðrarbátum, línubátum og trolbátum. Sama er galdandi á landi við fiskavirkjum og øðrum virkjum.
Marjun segði, at við skipum, virkjum og øðrum arbeiðsplássum í kommununi, kann sigast, at her er arbeiði til allar hendur.
Áræði og dirvi
- Tá ið vit nú standa her á bryggjuni og taka ímóti nýggja Stapanum, gleðast vit yvir, at menninir aftan fyri P/F Regn, ið eiga skipið, hava áræði og dirvi at fáa til vega eitt størri og meira tíðarhóskandi skip fyri gamla Stapan.
Bygdaráðsformaðurin vísti á, at tá ið tann fyrsti Stapin kom, var eitt flakavirki í bygdini, sum keypti fisk frá skipunum.
- Í dag hava vit fleiri virkir og uppboðssølu, har einum og hvørjum stendur frítt at keypa. Fiskur verður nú koyrdur av Toftum og út til meginpartin av landinum. Vit gleðast yvir ta menning, sum hevur verið, bæði á sjógvi og landi.
At enda ynskti Marjun Gaardbo P/F Regn hjartaliga tillukku og góða eydnu við nýggja Stapanum.
- Tað er okkara vón, at hann, sum øllum valdar, heldur hond sína yvir skipi og manning, segði bygdaráðsformaðurin.
Bjóðaði umborð
Eftir at ein sangur varð sungin aftrat á bryggjuni, segði Anfinn Olsen, reiðari, nøkur fá orð.
Hann takkaði fyri stórfingnu móttøkuna, sum skipið hevði fingið og vísti á, at hetta var eitt størri og dýrari skip enn gamli Stapin. Men við tí fiskiskapi, sum verið hevur og teimum prísum, sum fáast fyri fiskin - umframt tí góða og raska fólki, sum hevur tænt reiðarínum so væl , vónaði hann, at raksturin av skipinum fer at hanga saman.
Anfinn Olsen segði, at øll vóru vælkomin umborð at síggja skipið, tá ið móttøkan var liðug, men legði eina við, at fólk turkaðu sær væl um føturnar, tá ið tey stigu inn í tey betru rúmini umborð.
Hetta seinasta lýsir, at hugburðurin seinastu árini er nógv broyttur, og at reiðaríini gera meira burtur úr í dag, at manningarviðurskiftini eru góð og tíðarhóskandi.
Tá ið reiðarin enn einaferð hevði takkað fyri móttøkuna, tusti hópur av børnum umborð og aftaná teimum tey vaksnu, sum sjálvsagt eisini vildu síggja nýggjasta línuskipið í bygdini.