Nýggi Smyril: Eru 14 dagar frammanfyri tíðarætlanina

Arbeiðið upp á nýggja Smyril hevur gingið so væl í seinastuni, at byggingin er nú tvær vikur frammanfyri tíðarætlanina

Nýggi Smyril

Arbeiðið uppá nýggja Smyril hevur gingið væl í seinastuni.Tað hevur gingið so væl, at nú eru útlit til, at skipið kann latast føroyingum nakað fyri tíðarætlanina, sum er ásett.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at arbeiðið hevur gingið so mikið væl, at Skipasmiðjan nú er 14 dagar frammanfyri tíðarætlanina.
Skipasmiðjan hevur annars boðað frá, at Smyril verður liðugur 15. oktober í ár.
Men hon gjørdi samstundis eisini greitt, at hetta var avgjørt tað seinasta, sum báturin verður liðugur.
Og sum tað gongur nú, bendir sostatt alt á, at nýggi Smyril eisini kann verða liðugur nakrar vikur áðrenn tað.
Ikki minst hevur manningin á Smyrli lagd dent á týdningin av at fáa skipið um summarið, ella so tíðliga um heystið sum gjørligt, so at tey fáa vant seg við skipið, áðrenn vetrarstormarnir fara at herja aftur og útlitini fyri tí eru altso batnað í seinastuni.

Heilt annað lag
Kristian Davidsen sigur eisini, at tað í allar mátar er komið heilt annað lag á byggiarbeiðið, síðani ovasti leiðarin á IZAR-samtakinum, sum eigur Skipasmiðjuna, sum smíðar Smyril, sjálvur átók sær byggileiðsluna.
? Tað arbeiða nógv fólk umborð, ímillum 400 og 500 fólk og summastaðni verður arbeitt alt samdøgurið.
? Sostatt gongur arbeiðið so skjótt sum tað kann, sigur strandferðslustjórin.
Hann sigur, at nú gongur tað eisini nógv lættari at rætta brek og mistøk, sum verða gjørd.
? Tað, vit hava verið von við, er, at skipasmiðjan skuldi hava øll kærupunkt skrivliga, men so var aloftast neyðugt við áminningum, áðrenn nakað hendi, so mannagongdin hevur verið tung og tvørlig, tá ið brek og mistøk skulu rættast.
Kristian Davidsen sigur, at eisini í so máta er heilt annað lag á, tí nú er mangan nóg mikið at gera vart við brek og mistøk munnliga, so verður tað rættað.

Fóru um ein marknaðstein
Annars fór arbeiðið at byggja nýggja Smyril um ein týðandi marknaðstein týsdagin.
Tað hendi, tá ið høvuðsmotorur nummar fýra varð settur ígongd fyrstu ferð.
Ein slík løta verður mett at hava so stóran týdning í sambandi við skipasmíð, at eftirlitisfólkið skrivaði nágreiniliga niður, hvat klokkan var, tá ið motorurin fór ígongd.
Og tað var akkurat klokkan 18.36 føroyska tíð týskvøldið og menn vóru øgiliga spentir at vita, hvussu tað fór at gangast.
Men teir siga, at tað gekk alt av tí besta og motorurin gekk sum hann skuldi, sigur Kristian Davidsen.
Annars eru ljósmotorarnir eisini royndir og eisini har riggaði alt sum tað skuldi.