Seinnapartin í dag hevur hátíðarhald verið í sambandi við, at nýggi Rituvíkarvegurin er liðugur.
Talan er um nýggjan tilkoyringarveg av Rituvíkshálsi til bygdina. Hesin nýggi teinurin, sum er umleið 1,2 kilometrar langur, er ein tvíbreytaður landsvegur við vegøksl og bilverju, ið gongur frá vegamótinum Rituvíkarvegur/Æðuvíkarvegur móti Rituvíkar bygd.
Í sambandi við at vegurin nú er liðugur, varð skipað fyri hátíðarhaldi seinnapartin í dag, har Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, het røðu og klipti snórin. Nes Sóknar Musikfelag spældi í sambandi við hátíðarhaldið.
Eftir hátíðarløtuna gekk leiðin oman í skúlan í Rituvík, har motorsúklur koyrdu undan, meðan fólk gingu, og bilar koyrdu í hølunum. Í skúlanum bjóðaði Landsverk kaffi og køkur, og síðani helt Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, røðu.
Fakta um nýggja Rituvíkarvegin:
Arbeiðsánari: Innlendismálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Tekniskur ráðgevi og prosjektering: LBF
Fakeftirlit og byggileiðsla: Teknistovan í Gøtu
Arbeiðstakari: 1. byggistig: Samtakið JHR/RTS, 2. byggistig: Kreton
Tíðarætlan: Avhending fór fram fríggjadagin 13. juli.
Kostnaðarætlan: Umleið 14 mió. kr.
Vegalongd: Umleið 1.200 metrar