Tað var klokkan 13 í dag, at nýggja og snotuliga uppsjóvarskipið Høgaberg hjá Framherja kom á Fuglafjørð, og skipað varð fyri almennari móttøku.
Eigararnir av skipinum, hjúnini Elisabeth og Anfinn Olsen, fingu handað blómutyssið frá Fuglafjarðar kommunu.
Á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini ynskir sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, sum eisini eigur viðheftu mynd, Framherja tillukku við skipinum og Guds signing.
Høgaberg er keyptur úr Noregi. Skrokkurin er smíðaður í Pólandi, og skipið varð gjørt liðugt á Stadyard í Noregi. Høgaberg, sum lastar umleið 2500 tons, er frá 2015; skipið er 69,9 metrar langt, og breiddin er 15 metrar.