Nýggi Gongurólvur var bestur

6-manafør kvinnur: Í spildurnýggjum báti eydnaðist tað kvinnunum hjá Havnar Róðrarfelag av vinna. Havnar Róðrarfelag flotaði nú ein dagin nýggja Gongurólv, og í dag hava kvinnurnar syrgt fyri fyrstu gullkrónunum til nýggja bátin.

Hvessingur og Gongurólvur kappaðust, og á málinum var Gongurólvur meiri enn eina bátslongd frammanfyri Hvessing.

Tað var langt aftur til teir báðar bláu bátarnar - Jarnbard og Herning.

 

 

6 mannafør kvinnur

1 Gongurólvur 05:16.03

2 Hvessingur 05:19.07

3 Jarnbardur 05:28.03

4 Herningur 05:40.11

 

1 Gongurólvur 7

2 Hvessingur 6

3 Jarnbardur 5

4 Herningur 4