Nýggi barnagarðurin á Traðagøtu fingið leiðara

Klaksvíkar kommuna hevur sett Hedvig Johansdóttir sum dagstovnaleiðara í Barnagarðinum á Traðagøtu. Hedvig Johansdóttir, sum er 32 ára gomul, er útbúgvin námsfrøðingur frá Ballerup Seminar í Danmark, har hon rók prógv í 2001. Síðani hevur hon millum annað arbeitt á einari kreppumiðstøð fyri ung á Nørrebro í Keypmannahavn, og síðani í fjør hevur hon starvast á frítíðarskúlanum Sornhúsinum í Klaksvík.

Barnagarðurin á Traðagøtu letur ætlandi upp um hálvan september. Har er pláss fyri 24 vøggustovubørnum og 40 barnagarðsbørnum.

Ætlandi verða 16 starvsfólk knýtt at nýggja barnagarðinum umframt leiðaran, og hesi verða sett í starv í løtuni, skrivar klaksvik.fo