Nýggársaftansmorgun verður aftur í ár runnið millum tvær kirkjur í
Suðuroynni.
Eins og í fjør, verður aftur í ár runnið frá Vágs Kirkju til Porkeris Kirkju
og aftur, teinurin er 8 km.
Í fjør høvdu nøkur leitað sær avstað, hóast tað var sera nógvur vindur.
Og ikki vóru tað bert rennarar, tí gongufólk og onkur einstakur á súklu, vóru
eisini við.
Veðurforsøgnirnar í ár síggja betur út og vónar Hvistan, ið er rennifelagið
í Suðuroynni, at fleiri koma við. Farið verður frá Vágs Kirkju kl 10.00.
Aftaná renningina verður farið í Billiardhúsið, har Nýggjársnevdin í Vági
bjóðar til morgunmatarborð.