Tað var ein liður í at hækka tænastustøðið enn meira, tá Salong Afrodite leygardagin lat upp í nýggjum hølum í miðbýnum í Klaksvík.
Tað siga tær tríggjar, Joan Baldvinsson, Jóna Eydnugarð og Jórun Mc. Leod Jacobsen, sum í felag nú reka frisørstovuna Afrodite.
Meir sjónlig
Við nýggju adressuni er Salong Afrodite vorðin munandi meir sjónlig, enn frisørstovan var á Bumshamarsvegi, har hon helt til framman undan.
Eigararnir dylja heldur ikki yvir, at ein av orsøkunum til, at tær nú flyta, er at tað verður lættari hjá fólki at detta inn á gólvið.
Tær vísa á, at í dag er ikki longur nokk at duga sítt handverk sum frisørur. Tú mást eisini hugsa um at verða sjónlig og vera har, ið fólk eru og koma.
Tí hava tær valt at flyta heim á Klaksvíksveg, har stórur partur av handilslívinum heldur til, umframt at parkeringsviðurskiftini eru rættiliga góð.
Ungu dámurnar í Afrodite leggja seg framvegis eftir at geva viðskiftafólkunum eina all-round vakurleikaviðgerð innan bæði hár, makeup og litir.
Salongin heldur nú til á ovaru hæddini á Klaksvíksvegi 58.