Nú gevst SAS at flúgva týsdag og mikudag

1. oktobur gevst SAS at flúgva til Føroya týsdag og mikudag. Á heimasíðuni hjá felagnum er broytingin longu framd, so at tað ikki ber til at keypa ferðaseðlar týsdagar og mikudagar í heyst.

 

- Vit gera alla tíðina eina tillaging, so at fráferðir svara til eftirspurningin eftir ferðum. Hetta fer at broytast við árstíðini. Tað vil siga, at um nógvur eftirspurningur verður eftir ferðum á jólum ella á páskum, so seta vit fleiri túrar inn í ferðaætlanina aftur, sigur Mariam Skovfoged, kunningarfólk hjá SAS.

 

- Føroyar eru enn eitt týdningarmikið ferðamál fyri okkum, og vit brúka eisini nógva tíð og orku at marknaðarføra Føroyar sum eitt ferðamál, millum annað í Kina, sigur hon og greiðir frá at seinastu vikurnar hava fleiri greinar um Føroyar staðið í stórum kinesiskum bløðum.

- Her er als ikki talan um at niðurraðfesta virksemi, men einans at tillaga ferðaætlanina til eftirspurningin, sigur Mariam Skovfoged.

 

Mariam Skovfoged kann ikki siga, um tað krevur eitt nýtt loyvi frá føroyskum myndugleikum at broyta ferðaætlanina, men SAS hevur søkt um nýtt flúgviloyvi til Føroya. Hetta flúgviloyvið situr Poul Michelsen nú og viðgerð og ger viðmerkingar til.

 

Tað skapti nakað av kjakið, tá Dimmalætting í august bar tíðindini, at SAS fór at skerja túratalið. Poul Michelsen, landsstýrismaður í flogvinnumálum, hevur áður sagt, at uppgávan hjá honum er at tryggja, at treytirnar hjá feløgunum at virka undir eru tær somu. Í stuttari viðmerking sigur hann, at hann situr júst nú og viðger umsóknina hjá SAS og vil tí ikki siga meiri ítøkiligt um, hvørja tilmæling hann fer at senda donskum myndugleikum.