TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Hjalta Mohr Jacobsen, sum skeyt seks mál fyri Kyndil, tá hann og liðfelagarnir spældu javnleik 31-31 ímóti VÍF í Vestmanna í dag.
Sæð í mun til, at teir vóru aftanfyri 28-31, og og stríddu seg upp til 31-31, og harvið eitt stig er Hjalti Mohr Jacobsen er Hjalti Mohr Jacobsen glaður fyri at fáa eitt stig við sær til Havnar.
Hjalti Mohr Jacobsen er tó ikki nøgdur við spælið. Tað harmar hann, at teir í Kyndli ikki standa betur í verjuni, og heldur Hjalti Mohr Jacobsen, at stórskjúttin hjá VÍF, Filip Jojic slapp alt ov lætt ígjøgnum at skjóta heili 12 mál.
Hjalti Mohr Jacobsen heldur, at Kyndil eigur meir í sær, og hann staðfestir, at enn hava vit ikki sæð tað besta av Kyndli.