Ónøgd við hvussu Ben Arabo leiddi Betri-samtakið

Í mun til mátan, hann hevur leitt felagið upp á, hevur hann misrøkt sáttmálan, sigur Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri.

Nevndarforkvinnan í Betri vil framvegis ikki siga nakað um, hví Ben Arabo bleiv uppsagdur seint á kvøldið 24. september.

 

Nevndin valdi at siga forstjóran í Betri-samtakinum úr starvi, men sum skilst var tað ikki uttan stríð, tí Teitur Poulsen valdi at siga seg úr nevndini, tí hann ikki tók undir við avgerðini.

 

Les eisini: Betri: Ben misrøkti sáttmálan

 

Tá bleiv sagt, at samstarvstrupulleikar vóru orsøkin, men Aslaug Gisladóttir staðfesti seinni, at talan var um ósemju millum Ben Arabo og restina av leiðsluni í samtakinum og ikki við nevndina.

 

- Eg fái ikki farið í detaljur við tí, men í mun til mátan, hann hevur leitt felagið upp á, hevur hann misrøkt sáttmálan, sigur Aslaug Gisladóttir, forkvinna í Betri. Hon vil ikki siga neyvari, hvørji viðurskifti talan er um.

 

- Man metir, út frá tí, sum fyriliggur, at man ikki ynskir at gera eina fráfaringaravtalu, vegna mishald av sáttmálan, harundir mátanum, hann hevur leitt felagið upp á, sigur hon.

 

Ben Arabo er ikki samdur við nevndini um, at hann skal hava misrøkt sáttmálan, og hevur tí stevnt Betri-samtakinum, fyri at fáa fulla fráfaringarløn. Forkvinnan í Betri-nevndini er tó trygg uppá, at tey fara at vinna í rættinum.

- Vit høvdu ikki gjørt hetta, um vit ikki hildu, at vit høvdu eina góða sak. Restin verður lagt fram í Føroya rætti, sigur Aslaug Gisladóttir.

 

Seinni í dag verður fundur í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Har skal nýggjur nevndarlimur veljast fyri Teit Poulsen.