Nýfloygdu pisurnar fóru á flog

Týskvøldið var pisufundur á Gøtusandi fyri nýklaktu pisunum á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali. Tríggir flokkar vórðu floygdir, og kundu næmingarnir við sorgblídni líta aftur á farnu tvey og trý árini

Gøtusandur: Gøtusandur var týskvøldið prýddur við studenta- og HF húgvum saman við føroyskum búnum. Nýklaktir og fegnir studentar og HF´arar gleddust saman við foreldrum, vinum og kenningum og húgvu og prógv.
Talan var um tríggjar flokkar av pisum, sum vórðu floygdar týskvøldið. Tveir studentaflokkar og ein HF-flokkur. So talan er ikki um so stóra fjøld, men gleðin var framvegis eins stór og tá fjøldin hevur verið tað dupulta.
Gleðin aftaná tógvið stríð í fleiri ár. Tað hevur verið strævið og tað hevur kravt nógv av tí einstaka, men lønin aftaná er góð. Prógvið varð latið næmingunum í gjár, mikudag.

Røður

Sum siður er vóru fleiri røðarar. Gestarøðari var Sólvá Káradóttir Johannesen, og bar hon fram eina serstakliga góða røðu.
Eisini studentarnir og HF´ararnir áttu hvør sín røðara. Fyri studentarnar helt Vígdis Kristiansdóttir úr Klaksvík røðuna, og fyri HF´ararnar var tað Árni Petersen av Kambsdali, sum flutti fram røðu.
Fuglafjarðar Hornorkestur setti dám á hátíðarløtuna við hornblástri.
Fitt av fólki var møtt upp á sandinum. Foreldur, systkin, familja, vinir og kenningar vóru komnir til Gøtu at fegnast saman við studentunum og HF´arunum.
Veðrið var heilt gott. Sjálvt um tað var eitt sindur kølið, tóktist tað ikki at nerva tey mongu veitsluskrýddu, sum stóðu á sandinum. Hetta var teirra løta. Errin fototól blitsaðu uttan íhald, og tey lítlu børnini hugnaðu sær á sandinum.
Sum siður er var myndatøka eisini á skránni. Ein mynd, sum uttan iva verður goymd væl. Um hon kemur at hanga uppi ella um hon verður goymd í eini skuffu, so er og verður hon altíð minni um tey góðu árini á Kambsdali.