Rás1 hjá Televarpinum fær nú nýtt lív við tíðindainnsløgum, samrøðum, kunnandi tilfari, lýsingum og øðrum. Televarpið og Miðlahúsið hava gjørt samstarv um Rás1, og tað hevur við sær, at Miðlahúsið frameftir fer at taka sær av innihaldinum á Rás1.
Rás1 sæst kring alt landið. Øll, sum hava Televarpið, síggja Rás1, og eisini tey, sum síggja Kringvarpið umvegis antennu, kunnu síggja Rás1.
Sí til dømis hetta brotið frá í morgun. Video: - Eg tori ikki at hugsa tað
– Rás1 passar væl inn í virksemið hjá Miðlahúsinum og gevur okkum møguleika at røkja enn ein miðil, sum kann skapa fjølbroytni í miðlalandslagnum, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.
Miðlahúsið framleiðir tíðindainnsløg, samrøður og annað tilfar til Rás1, sum eisini bjóðar kunning um veðrið, flogferðslu og seinastu tíðindini av In.fo. føroysk sjónbandaløg, lýsingar og annað filmstilfar verður eisini partur av sendiflatuni hjá Rás1.
– Vit síggja stórar møguleikar í at menna ein nýggjan miðil, sum kann verða í góðum samspæli við hinar miðlarnar í Miðlahúsinum, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.
Vit halda at møguleikarnir við Rás1 eru stórir, og vit síggja fram til eitt burðardygt samstarv við Miðlahúsið har Rás1 støðugt verður ment til gagns fyri allar føroyingar, sigur Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum.










