Livar Nysted, sum róði um Atlanshavið í fjør, fer nú at rógva við á øðrum havi. Hann ætlar sær yvir um indiska havið í róðrarbáti.
Teinurin er nú Perth í Avstralia til Afrika. Rógvarin úr Hvannasundi hevur seinastu mánaðirnar fingið stuðlar til vega.
Eftir slakar 44 dagar í viðráki og mótráki um Atlantshavið í bátinum Artemis Investments, fingu Livar Nysted, Don Lennox, Leven Brown og Ray Carroll aftur fast undir fótum í St. Mary í Scilly Oyggjunum fyri ári síðani.
Teir fingu heimsmeti sum skjótasti kappróðrarbátur um Atlantshavið. Gamla metið áttu tveir norðmenn, sum nýttu gott og væl 55 dagar um teinin fyri 115 árum síðani.