Suðuroyarsiglingin
Í morgin verður nýggja suðuroyarferjan doypt, har hon verður smíðað á skipasmiðjuni í Spania.
Men tað er ikki tað stóra dulsmálið, at hon fær navnið Smyril.
Tað ber ikki til at Strandferðslan skal hava tvey skip, sum eita Smyril. Tað merkir tískil, at Smyril, sum nú siglur, má broyta navn.
Og tað gjørdi hann í gjáramorgunin.
Tá ið hann kom úr Suðuroy í gjáramorgunin, fóru menn at mála eitt eitttal afturat navninum, so at táið hann fór suðuraftur seinnapartin í gjár, kallaðist hann "Smyril 1" og tað fer hann at eitahereftir.
Tá ið nýggi Smyril er komin í sigling, verður Smyril 1, lagdur og ætlanin er síðani at selja hann.
Men Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsuni, ásannaði í Sosialinum í gjár, at hann verður torførur at selja.
Smyril 1 er gamal og illa slitin. Samstundis er oljan dýrkað nógv seinastu tíðina og tað ger alt samalt, at hann verður ógvuliga trupul at selja, í hvussu so er vissi hann skal lúka tey krøv, sum verða sett til ferðamannaskip um okkara leiðir.
Hann sigur, at í løtuni eru ongar samráðingar um at selja Smyril 1.
Tað hava verið nakrir fyrispurningar úr øðrum pørtum í verðini og onkrir av hesum fyrispurningum hava eisini ført til samráðingar.
Men allar hesar samráðingar eru dotnar niðurfyri aftur, tí teir áhugaðu keypararnir hava tikið seg aftur og í løtuni er ongin at samráðast við, sigur stjórin á Strandferðsluni.