Nú fær hann ein depil kallaðan upp eftir sær

Hetta er fyrsti granskingardepil av sínum slagi á Setrinum

 

 

Hóast hann ikki var meiri enn 41 ár, tá ið hann doyði, hevur hann sett síni spor eftir seg. Løgfrøðingurin, Kári á Rógvi, tók nevniliga stig til at stovna útbúgving í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, og gjørdist hann professari í lóg á Setrinum.

Hann doyði í 2015, men nú verður hann heiðraður við at »Depil Kára á Rógvi fyri gransking í lóg og løgfrøði« er settur á stovn á Fróðskaparsetrinum, skrivar Fróðskaparsetrið á síni heimasíðu.

Grunnurin til minnis Kára á Rógvi verður ein dyggur stuðulsveitari hjá nýstovnaða deplinum, og ætlanin er annars ikki, at hann skal fáa burtur av vanligu játtanini hjá Fróðskaparsetrinum.

Tað er ein grunnur, sum vinfólk og skyldfólk hjá Kára, hava stovnað, men annars kann Setrið eisini taka støðu til at játta fígging til ávíst virksemi á deplinum. Men umframt stuðul úr grunninum, skal virksemið fíggjast við uttanhýsis stuðuli ymsastaðni frá.

Tað verður Mikael Karlsson, adjungeraður professari, sum verður stjóri á deplinum.

Hetta er fyrsti granskingardepil av sínum slagi á Setrinum, sigur Fróðskaparsetrið og endamálið er at hava ábyrgdina av at stuðla og menna føroyska løgfrøðigransking og at menna akademiska umhvørvið á Søgu- og samfelagsdeildini, serliga í løgfrøði.

Eitt endamál verður eisini at gera eina føroyska løgfrøðiliga orðabók og at miðla vitan um føroyska lóg og løgfrøði og onnur evni av týdningi fyri føroyska samfelagið.