Eftir at hava tingast í meiri enn 12 tímar samdust fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum, Evropeiski Miðbankin og Altjóða Gjaldoyragrunnurin seint í gjárkvøldið um eina avtalu um at lata Grikkaland fáa meiri pengar.
Semjan ber í sær, at Grikkaland fær góðar 326 milliardir krónur útgoldnar, og hetta er ein partur av hjálparpakkanum við teimum 970 milliardunum, sum grikkar fingu tilsøgn um fyrr í ár.
Viðgerðin hevur tikið drúgva tíð, tí lánveitararnir vildu fáa fulla vissu fyri, at Grikkaland heldur treytirnar fyri láninum. Tær samtykti grikska tjóðartingið fyri stuttum, og síðani hava lánveitararnir nærlisið samtyktirnar hjá grikska tjóðartinginum.
Grikska skuldin togar nú í 180 prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu, og næsta ár verður hon millum 190 og 200 prosent. Hámarkið hjá ES er 60 prosent.