Mitt í forhøllini á Landssjúkrahúsinum stendur nú ein nýggj og prýðilig standmynd av einum nýføðingi, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur tilevnað úr marmori og bronsu. Standmyndin verður nevnd »Nýføðingurin« og vigar heili 2,5 tons.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
<o:p></o:p>
»Nýføðingurin« myndar ein nýliga fødda drong, ið liggur einsamallur í síni song. Sólin sær inn gjøgnum eitt sprossavindeygað, og drongurin liggur so deiliga væl í einum skugga:<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
- »Nýføðingurin« myndar sonin hjá mær, sum í dag er tíggju ára gamal. Tá hann var nýføðingur, tilevnaði eg eitt skap av honum úr leiri. Hann varð føddur seks vikur ov tíðliga við keisaraskurði. Og tá hann so var seks vikur gamal og veruliga átti at verið føddur, var eg liðugur við at tilevnað hann úr leiri. Men í ár havi eg eftirgjørt standmyndina úr leiri til eina standmynd úr bronsu og marmori, sum í dag stendur á Landssjúkrahúsinum, sigur Hans Pauli Olsen brosandi.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Nýggja standmyndin á Landssjúkrahúsinum stendur mitt á gólvinum í forhøllini, og tað ber til bæði at sita á henni og nerta við hana:<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
- Vit hava øll eitt serligt feitt á hondum okkara, og standmyndin verður so óføra vøkur og blonk, tá vit nerta við hana, sigur Hans Pauli víðari.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<font size="3">Tvær aðrar ávegis</font>
Hóast Hans Pauli Olsen hevur avdúkað heili tvær standmyndir hesa vikuna - nýggju standmyndin uttan fyri svimjihøllina í Gundadali »Svimjigentan« og so nú »Nýføðingurin« - fer hann ikki at taka sær av løttum næstu tíðina:<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
- Í løtuni eri eg í gongd við at gera tvær aðrar standmyndir. Eina til Holstebro, men somuleiðis eina av Sigmundi Brestisyni, ið fer at standa uttan fyri Vesturkirkjuna og verður avdúkað í juni í ár.<o:p></o:p>