Nýføddi sonurin hjá Kate og William, hertogafrúa og hertogi í Cambridge, var ikki meira enn nakrar fáar tímar gamal, tá hann fyrstu ferð bleiv vístur alment fram.
Mamman, pápin og sonur fóru nevniliga fyrr í kvøld heim, eftir at Kate átti sonin um ellivu tíðina í morgun. Á veg út steðgaðu tey at heilsa upp á mannamúgvuna, ið var savnað saman frammanfyri sjúkrahúsið. Tað skrivar BBC.
Talan er um triðja barnið hjá Catherine og William, sum er sonur Charles, prins, og Dianu, prinsessu, sála. Nýggi prinsurin er nummar fimm í ensku arvaraðfylgjuni og er sætta langommubarnið hjá Elizabeth, drotning.
Nýggjasti familjulimurin í bretska kongahúsinum hevur ikki fingið nakað navn enn, men sambært BBC, so meta veddingarfyritøkurnar, at mest sannlíka navnið verður Arthur, Albert, Frederick, James ella Philip.