Nú fáa sandoyingar eisini økispsykiatri

Fríggjadagin verður hátíðarløta og almenn móttøka, nú økispsykiatriin letur upp á Sandi. Hetta merkir, at sandoyingar og skúvingar nú eisini fáa møguleikan at økispsykiatriska tænastu í nærumhvørvinum.

- Tá nú Sandoy og Skúvoy eisini hava fingið eina økispsykiatriska tænastu, er økispsykiatriin komin út um alt landið, sigur Birgit Andersen, leiðari í Økispsykatriini.

 

Hugsanin aftan fyri økisspsykiatriina er, at fólk, sum hava sálarligt órógv, skulu fáa eitt tilboð í nærumhvørvinum. Málið er, at borgarin kann vera verandi í nærumhvørvinum, at tað skal eydnast betri at integrera fólk við sálarsjúku í samfelagið og at tey skulu fáa røkt og viðgerð í nærumhvørvinum.

 

Ætlanin er, at økispsykiatriin skal halda til í somu hølum sum kommunulæknarnir, men hetta letur seg ikki gera á Sandi enn.

- Hugsanin er, at tað skal vera ein hurð at fara ígjøgnum, tá tú hevur tørv á viðgerð, hvørt talan er um sálarligan ella likamligan tørv. Á Sandi loyva hølisviðurskiftini hjá kommunulæknunum tó ikki, at økispsykiatriin eisini verður har, so fyribils hava vit gjørt eina avtalu við Almannaverkið, sum er nærmasti granni hjá kommunulæknunum, sigur Birgit Andersen. Hon veit ikki, nær gjørligt verður at hjá økispsykiatriini at flyta undir somu lon sum læknarnir.

- Vit mugu í samráð við kommunurnar vita, hvat kann gerast á tí økinum, sigur hon.

 

Á økispsykiatriini starvast tveir sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Hátíðarløtan verður í loftstovuni í bókasavinum á Sandi seinnapartin fríggjadagin.