Nú fáa øll børn á Tvøroyri 2000 krónur í part

Peningin skulu tey brúka til frítíðarítriv av ymsum slagi

Ein av fyrstu døgunum fara øll børn og ung á Tvøroyri, upp til 18 ár, eitt virðiskort frá kommununi við 2.000 krónum á.

Tá ið fíggjarætlanin hjá kommununi varð til viðgerar fyri jól, samtykti Javnaðarflokkurin í býráðnum, sum hevur meirilutin, at øll børn og ung, upp til 18 ár, skuldu fáa eitt frítíðarkort við 2.000 krónum á, so at tey kunnu sleppa ókeypis til ymisk frítíðarítriv í kommununi.

Endamálið er at tað skal ikki verða fíggjarligu ráðini hjá foreldrunum, sum verða avgerandi fyri, um børnini sleppa til ymisk frítíðarítriv, ella ikki.

Men tey í býráðnum á Tvøroyri vóru ikki samd um at seta hesa skipanina í verk, tí minnilutin tók ikki undir við hesum. Tey vildu heldur hækka barnafrádráttin í skattinum 2.000 krónur um mánaðin.

Les eisini: Nú verður ókeypis hjá børnum og ungum á Tvøroyri

Og á býráðsfundi í gjárkvøldið varð upplýst, at nú eru frítíðarkortini komin, og at tey nú verða send børnunum, og teimum ungu.