Nú fer Tórshavnar Býráð at bjóða arbeiðið at gera nýggja svimjihøll í Havn, út. Býráðið hevur arbeitt í nógv ár við eini ætlan um at gera nýggja svimjihøll og nú er arbeiðið komið so mikið langt, at tað er klárt at bjóða út
Málið skal nú fyri býráðið, har tað uttan iva verður samtykt, og verður arbeiðið bjóðað út. Í hesum sambandi verða eini fýra, fimm feløg boðin til at bjóða upp á arbeiðið.
Býráðið fer eisini at samtykkja, at imsitingin skal fáa heimild til at samráðast við felagið við lægsta tilboðnum um at gera arbeiðið, men áðrenn endalig avgerð verður tikin, skal málið aftur fyri býráðið.
Talan verður um eina svimjihøll við 50 metra hyli, sum kann hýsa kappingum. Harumframt verða aðrir hentleikar, sum hava meiri við vælveru at gera. Pláss verður eisini fyri áskoðarum.
Svimjihøllin verður bygt beint við núverandi svimjihøll og í hesum sambandi er avtala gjørd við ÍSF um at taka ÍSF húsið niður, so at ÍSF fær nýggj høli.