Nú eru teir klárir at spæla í Vágsbotni

– Fólk sleppa at syngja við, sigur Danny Baldursson. Í kvøld er Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum

Klokkan 22:00 verður stóra Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum – tónleikararnir eru klárir at fara á pallin, sum er á aðru hædd í Miðlahúsinum og vendir út móti Vágsbotni.

Marius Ziska og Danny & The Veetos hava framførslur, og teir eru til reiðar at spæla.

– Vit spæla bara kendar sangir, og fólk sleppa at spæla við, sigur Danny Baldursson, sangari í Danny & The Veetos.

Marius Ziska spælir fyri fyrstu ferð til hetta tiltakið, og hann gleðir seg at spæla nakrar av sínum kendu sangum.

Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum byrjar kl. 22:00 og varðar ein tíma. 

FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum.