Onkur helt fyri, at tað ganga ov fáa fólk í kirkju í Klaksvík. Tí eru teir farnir í holt við at taka hana niður. So man ikki vera!
Kansa verður tað betur í sambandi við útivikuna, 25. - 31. mai; tá tað hevur verið heitt á fólk um at ganga í kirkju, ganga á møti og ganga í skúla - og lata bilin standa.
Ella er tað bara tað, at tey seta nýggj vindeygu í kirkjuna, so hon verður meira umhvørvisvinarlig og sendir minni CO2 út í himmalhvolvið.
Myndina tók Dávur Winther.










