Klaksvíkingar hava nú stríðst seg upp á sigurskós í dystinum ímóti Víkingi
Tað hendi tá ið teir høvdu spælt í 34 minuttir, Rodrigo, sum hevur víst dømi upp á síni kynstur, gjørdi tað enn einaferð, nú hann rak ímillum tveir víkingar og smekkaði eitt flatt skot í málið.
Men beint frammanundan var Vìkingur um reppið at koma á odda eftir eitt hornaspark, men tað atsóknina bjargaði ein klaksvíkingur á sjálvari málstrikuni.
Nú verður hálvleikur hvørja løtu.