Hetta vikuskiftið verður lok lagt á fyrsta triðingin av landskappingini. Higartil hava øll liðini tapt, og øll liðini hava vunnið – uttan FC Suðuroy. Úrtøkan er tvey stig og tvey mál, sum eru skorað tvær tær seinastu ferðirnar.
Næstu vikurnar eigur FC Suðuroy fýra heimadystir á rað – tríggjar í landskappingini og seinnu hálvfinaluna í steypakappingini, sum verðurímóti Víkingi mikukvøldið. Í FC Suðuroy ásanna teir, at um hugsningur skal vera um at sleppa upp um niðurflytingarstrikuna, so er neyðugt við stigum og sigrum næstu vikurnar, tá ið ÍF, NSÍ og Víkingur fara at vitja á Vágseiði.
Fyri FC Suðuoy er tað smeitur, at miðverjin Sasa Kolman orsaka av skaða ikki hevur verið við seinastu ferðirnar.
ÍF fer suður til Vágs við stórum sjálvsáliti. Trivaligi 4-1 sigurin á útivølli ímóti HB var serliga søtur. Eitt er, at hetta var dysturin, tá ið Clayton Soares endiliga kom til sín rætt sum málrevur. Hann skoraði trý mál og átti uppleggið til tað fjórða.
Hin parturin er, at sigurin var uppgerð við vánaligu hagtølini í Gundadali ímóti HB. Bara eina ferð áður hevur eydnast ÍF at vinnaá útivølli ímóti HB. Tað var í 1979 – árið tá ið ÍF vann FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Ta ferðina vann ÍF 4-2 á HB í Gundadali. Hesa ferð var úrslitið 4-1! Í 1997 var úrslitið 3-3, og í 2009 0-0. Annars hevur talan verið um tap oman á tap og ofta stór tap.
Tað er stór kapping um plássini á ÍF liðnum, har Høgni Madsen tær seinastu ferðirnar hevur verið týdningarmikil á sentrala miðvøllinum.
FC Suðuroy-ÍF: Lars Múller
sunnudagin klokkan 15.00.